| Frígering frá forðingum |
Hvør í sínum lagi hava vit fylgt teimum fýra limunum í The Message; eisini áðrenn vit fingu boðini um nýggja bólkin. Leiklistarliga forsangaran Janus Rasmussen hava vit notið bæði skríggjandi og vríggjandi í Lama Sea. Snillingin Benjamin Petersen hava vit borið eygað við saman við Brandi Enni eins væl og All That Rain, har ið hann hevur strongt á sín góða gittara. Geniali bassbissin Frans Galán hevur okkum kunnugt flákrað dúgliga ímillum fleiri bólkar – fyri tað mesta sum guitaristur og sangari - men kom rættiliga fyri seg, tá ið hann fór at gera burtur úr sær í skitna og spikafeita bólkinum, 48 Pages og Sic. Og flestu okkara hava hoyrt trummuleikandi sveinin Svein G. Olsen duka og buka á trummur í navnframa bólkinum, Flux.
At hesir fýra hava megnað at kóka ein og sama rætt burtur úr øllum hesum ymisku royndunum, teir hava við sær í førninginum, er ótrúligt.Men tað hava teir av sonnum í The Message. Vit undanfjepparar, ið longu eru slopnir fram at útgávuni »1000sms«, hava allir fingið okkurt at hugsa um. Ella onkursvegna er tað kanska beint øvugt; at útgávan loyvir okkum at sleppa undan at hugsa. Andin í útgávuni er eftir okkara tykki eyðsýndur. Hann er eitt slag av frígering frá forðingum. Samanumtikið ber »1000sms« okkum tann ítøkiliga boðskapin, ið onkursvegna samsvarar við útgávuheitið: At vit menniskju í roynd og veru bæði kunnu og eiga at liva saman og samskifta uttan trongskygni, íhald og avmarkingar.
Tað, sum vit halda vera sera spennandi, er, hvussu fólk fara at taka ímóti nýggju útgávuni. Tá ið vit frættu um The Message og »1000sms« varð okkum sagt, at einki fór at verða tað sama eftir útgávudagin, 24.novembur. Eftir at vit hava fingið innlit í útgávuna, kunnu vit bara staðfesta eitt: Konseptið er genialt, og tað passar, at útgávan kann broyta okkum til tað betra og gera okkum fríari og frælsari sum menniskju. Tað ræður bara um at tora at liva í samsvari við nýbrótandi boðskapin, sum »1000sms« er grundað á ...
|
|
Ein útgáva ið gevur innlit Fýra yndisligir unglingar og ein loyndarfull útgáva. Boðini frá The Message eru greið: »1000sms« verður latin upp til keyparan av døma um. Vit fjepparar kunnu bara siga, at tað ikki ber til at lýsa útgávuna rættvíst. Hon skal upplivast! |